Endamál og virkisætlan

Endamálið er at geva einstaka næminginum møguleika at ogna sær kunnleika,

fimi, arbeiðshættir og málbering, soleiðis at hann gerst sjálvstøðugur í heimi og samfelagi

Dentur verður lagdur á at skapa líkindi fyri uppliving og virkishugi, soleiðis

at næmingurin verður vandur at arbeiða sjálvstøðugt, og soleiðis kann virka

og búnast til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í samfelagsskipanini.

Næmingarnir styrkja sítt sjálvsálit - gerast búnir -

ogna sær góðar arbeiðsvanar - menna samstarvsevnini.

Tað verður væntað av næminginum

- at hann samstarvar væl við lærarar, næmingar og starvsfólk annars

- at hann er tollyntur og hevur positivan hugburð

- at hann tekur ábyrgd av egnari skúlagongd og møtir væl til ásettu tíðirnar

- at honum dámar at arbeiða øðrvísi og tekur við nýggjum avbjóðingum í sjálvstøðugum arbeiði

 

 

Skúlaárið fagliga bygt upp

 

Vanligi 10.: Skúlaárið er lagt tilrættis, soleiðis sum vanligt hevur verið

Eitt málsligt toymi: føroyskt, danskt, enskt og týskt

Eitt støddfrøðitoymi: støddfrøði og alisfrøði

Við skúlaárslok er møguleiki at taka 10.floks próvtøku - munnliga/skrivliga

 

Afturat ein......útbygd skipan:

Miðnámslinjur:

Málslig linja - føroyskt/enskt - Í samstarvi við Studentaskúlan verður frálæta

givin einum næmingabólki, her dentur verður lagdur á at menna málsligu

fatanina, soleiðis at næmingar gerast meiri vandir ið ta arbeiðsgongd, ið kravd

verður í miðnámsskúlunum.

Støddfrøðilinja - støddfrøði/alisfrøði/evnafrøði - Somuleiðis í samstarvi við

Studentaskúlan fáa hesir næmingar frálæru á fyrsta árs miðnámsstøði.

Húsarhaldslinja - seyming/matgerð - í samstarv við Húsarhaldsdkúlan í Klaksvík

Sit-linja - træ/el/jarn - Samstarv við Tekniska Skúla í Klaksvík. Næmingar, við

áhuga fyri tekniskari útbúgving, kunnu menna seg fakliga, so lættari verður at fara víðari.

Umframt hesar lærugreinamøguleikar eru vanligir lærugreinabólkar.

Somuleiðis ein tónleikalinja og ein miðlalinja.

 

Samstarv yvir um fjørðin

Eisini er gott samstarv við 10.flokk í Fuglafjarða Skúla 

 

Ymisk skeið

     

Seymi-, horn-, foto-, trygdar- og fyrstuhjálparskeið

 

Skeiðini eru mennandi, stuttlig og lærurík - skapa møguleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Eitt skeið, næmingarnir síggja fram til, er fyrstuhjálparskeiðið

 - tað setur lívsins álvarsemi í størri heildarhøpi, har samstarv, ábyrgd og álit verða

tvinnað saman. Næmingarnir fáa handað prógv eftir lokið skeið.