Endamálið við AKT er at fáa næmingar at trívast innan skúlagátt.
AKT-stendur fyri atferð, kontakt og trivnaður.
Lærarar í dag hava nógv um oyruni, og hóast teir síggja næmingar við trupulleikum, hava teir ikki altíð møguleika at hjálpa.
Her er tað, at AKT-lærarin kemur inn í myndina.
Endamálið við akt er at fáa næmingar at trívast innan skúlagátt.
Lærarar í dag hava nógv um oyruni, og hóast teir síggja næmingar við trupulleikum, hava teir ikki altíð møguleika at hjálpa. Her er tað, at AKT-lærarin kemur inn í myndina.
AKT-lærarin roynir at finna fram til hvussu næmingurin kann trívast í skúlanum. Hetta ger AKT-lærarin við viðurkennandi samrøðum, toymisfundum, floksfundum og trivnaðar tímum við ørvísi undirvísing.
Arbeitt verður miðvíst fram ímóti at næmingurin klárar skúladagin. Helst inni í flokkinum. Letur hetta seg ikki gera, er tað nakað AKT-persónurin, sum saman við hinum arbeiðir fram í móti.
Av og á liggur loysnin uttan fyri skúlan og undirvísingina. Tá skal AKT-persónurin vísa trupulleikan víðari. Í flestu førum er loysnin tó at finna innan skúlagátt.
Komandi skúlaár verður akt arbeiðið væntandi útbygt til eisini at umfevna supervisjón.
AKT-amboð
Námsfrøðilig vitan
Ein vitan innan námsfrøði er týðandi fyri AKT -læraran. Fyri at kunna samskipa og stýra AKT-arbeiðinum, má hansara atburður byggja á sterkt námsfrøðiligt grundarlag.
Viðurkennandi arbeiðslag
AKT-lærarin má duga at arbeiða viðurkennandi. Næmingurin má kenna seg viðurkendan og føla seg tryggan, tá ið hann prátar við AKT-læraran. Fyrst tá kann AKT-lærarin fáa greiðu á veruligu trupulleikunum, sum stýra atferðini hjá næminginum.
At eygleiða
AKT-lærarin skal duga at eygleiða. Bæði við eygum og við hjálp av kanningum. Umframt sjálvur at eygleiða næmingin, eigur AKT-lærarin at søkja sær vitan frá øðrum lærarum, og fáa at vita, hvat teir síggja.
At samarbeiða
Alt AKT-arbeiði hvílir á samstarvi. Megnar AKT-lærarin ikki at samstarva við næmingin og tey, sum eru um næmingin, verður trupulleikin ikki loystur.



