Samstarvið millum skúla og heim verður skipað soleiðis:
Í øllum flokkum verður skipað fyri felags foreldrafundi í flokkunum í september. Her verður tosað um mál, sum eru av felags áhuga.
Tvær viðtalur verða eisini skipaðar í hvørjum ári. Ein í november og ein í februar. Her verður tosað um einstaka næmingin.
Samstarvið millum skúla og heim er annars eftir tørvi. Tað er flokslærarin, sum fyrst og fremst stendur fyri hesum.



