Barnatannarøktin ger eitt áhaldandi arbeiði fyri at upplýsa og ráðgeva foreldrum og næmingum um góða tannarøkt.

"Reinar tenn - brenna ikki" er slagorðið.

 

Fyribyrgjandi arbeiði byrjar longu tá barnið er um hált annað ár. Barnið verður kannað og avvarðandi verða vegleidd

í góðari tannrøkt. Víst verður á týdning, at børn tíðliga fáa góðan vana við at busta tenn. Børnini koma síðani til

kanning á hvørjum ári.

 

Tá barnið byrjar í 1. flokki, heldur barnið fram í skipaninni. Næmingurin verður framhaldandi kannaður á hvørjum ári

ella eftir tørvi. Allir næmingar í 5. flokki verða kannaðir av sertannlækna í tannrætting.

 

Tannrøktarar koma út í flokkarnar at undirvísa. Her verður t.d. ráðgivið í tannrøkt og heilsugóðum mati. Fyribyrgingin

hevur veruliga givið úrslit og fleiri og fleiri næmingar fara úr skúlanum við tonnum, sum ongantíð hava verið viðgjørdar

 

Á tannlæknastovuni starvast:

Bogi á Steig, tannlækni, tel. 225691

Marjun Biskopstø, tannlækni, tel. 270988

Lena Gerðalíð, klinikkassistentur, tel. 456541

Malan Thomsen, klinikkassistentur, tel. 220430

Husam Al Weshahi, tannlækni, tel. 274034

Finngerð Danielsen, klinikkassistentur, tel. 216781

Berghild Gullaksen, tel. 226386

Katrin Jacobsen, tel. 224161