Skúlin bjóðar næmingum í 7. til 10.flokki skúlavegleiðing. Skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingum í samband við lærugreina-, útbúgvingar- og starvsval teirra.
Í 9.flokki og í 10. flokki fara næmingarnir í starvsvenjing. Tá er uppgávan hjá skúlavegleiðara í samráð við næmingin at finna hóskandi starvspláss og at kunna um arbeiðsmarknaðin.
Simona Jóhannessen, tel. 75 66 84,skúlavegleiðari
Elisa Waag, skúlavegleiðari



