Klaksvíkar Bókasavn verður brúkt sum skúlabókasavn. Hvønn dag kunnu næmingarnir, saman við lærara vitja bókasavnið.

Næmingarnir fáa eina friðarliga løtu at leita sær lesnað eftir áhuga. Bókavørðar eru at vegleiða næmingarnar.

 

Á bókasavninum eru:

  • Skaldsøgur bæði á føroyskum og donskum
  • Myndabøkur
  • Ljóðbøkur (føroyskar bøkur lisnar inn á band)
  • Yrkisbøkur
  • Nógv ymisk tíðarrit

 

Til ber at bíleggja bøkur, ið eru útlæntar. Er talan um eina ávísa bók, ið bókasavnið ikki eigur ella eitt evni, ið einki er um,

verður bílagt frá øðrum bókasøvnum.

 

Hvønn dag fær bókasavnið tey føroysku dagbløðini og harafturat donsk dagbløð. Øll tey føroysku dagbløðini verða goymd

og tískil er møguleiki at leita í gomlum bløðum.

 

Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Bókasavni www.kb.fo