
22. til 31. mai fara 7. og 8. flokkarnir til skrivliga round. Royndirnar vera í fimleikarahøllin. Lesið meira fyri at síggja yvirlit yvir royndirnar.

22. til 31. mai fara 7. og 8. flokkarnir til skrivliga round. Royndirnar vera í fimleikarahøllin. Lesið meira fyri at síggja yvirlit yvir royndirnar.

Vit fara øll at lesa. Í viku 21, tað er 21. til 25. mai verður lesiátak á skúlanum á Ziskatrøð.
Átakið er fyri næmingar í 1.- 6. flokki. Øll lesa samstundis. Lisið verður fyrsta tíma frá kl 8.00 til kl 8.45.

Hósdagin fóru allir lærara skúlans á vitjan í Skúlanum á Argjahamri. Vit fingu rundvísing og holla frágreiðing frá stjóra og varastjóra, sum vístu okkum skúlan. Henda vitjan er í kjalarvørrinum av at ein bygginevnd arbeiðir við nýggari skúlabygging á Ziskatrøð.

Her er mitt yvirlit yvir skrivligu próvtøkuna hjá 9fl. og 10fl., sum byrjar mánamorgunin 14.mai.

So nærkast endaligu próvtøkurnar hjá 9.fl og 10.fl. Í komandi viku er skrivlig próvtøka á skránni. Næmingar skulu skriva stílarnar við teldu, og tí mugu teir og teirra avvarðandi, vita um teirra teldur eru í nóg góðum standi. Vitið um teldan hevur tekst-forrit og um tað kann brúkast. Hesi eru loyvd at brúka til stílarnar: Word, OpenOffice og LibreOffice. Um tú ikki hevur eitt av hesum, kanst tú fáa tað her ókeypis.
Næmingarnir hava ábyrgd av at framsetingar-leisturin liggur á telduni, tá royndin byrjar. Hesin kann takast niður her.
Vónandi fáa øll tina góða próvtøku

Hósdagin 3. mai verður árligi ruddingardagurin á skránni. Næmingar í skúlanum fáa boð í vikuni um hvar ruddað verður.

Í komandi viku skulu 1329 næmingar í 4. og 6. flokkunum til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Landsroyndirnar í ár eru at kalla eftir sama leisti sum í fjør.
4. flokkur skal til landsroynd mánadagin 23. og týsdagin 24. apríl. Og 6. flokkur
skal hósdagin 26., fríggjadagin 27. og mánadagin 30. apríl.
Meiri um landsroyndina kann lesast á skulabladid.fo
Vit ynskja øll um eina góða roynd!

So er páskafrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 11. apríl kl. 8.00. Góða páskafrí!

Hesa seinastu tíðina hava næmingar framført ungdómssangleikin: Eitt veruligt ævintýr. Tað eru næmingar í 10. flokki í Fuglafirði og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sum hetta skúlaárið hava arbeiðtt við sangleikinum saman við Marjun Djurhuus og Bárði í Lakjuni. Leikurin er leysliga umsettur úr enskum, meðan Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar. Okkara framhaldsdeild var til seinastu sýningina og hava best ummælu at bera teimum. Myndir kunnu síggjast í savninum her.

Framsýning av úrslitinum á LISTAVIKUNI verður í Valskúlanum sunnudagin 25.mars kl.15.00-20.00. Øll eru vælkomin
Á LISTAVIKUNI á Valskúlanum gjørdu næmingar í miðlum ein lýsingarfilm. Filmurin lýsir vandan við at næmingar sita í vindeyganum í stovunum. Framsýning av úrslitinum á LISTAVIKUNI verður komandi fríggjadag.
Hugaligt at síggja hvussu næmingar í 1. flokki hugnaðu sær við at klippa og líma páskapríði. Fleiri myndir eru í savninum her.


Komandi hósdag 22. mars fara 35 av okkara næmingum til PISA roynd. Les víðari um royndina og um amboð næmingurin skal hava við.
Dagurin í dag verður eisini kallaður pi-dagur. Hesin er hvørt ár mars 14. ( 3,14). Pi er ein matematiskur konstantur, eisini kallaður Arkimedesa konstantur, og verður skrivaður við griska bókstavinum π. Hvat er π? π = Ummál/Tvørmát í einum hvørjum sirkli. π er eitt irrationalt tal. Summi ganga høgt uppí π-dagin og halda hann. Passandi kundi verið at fingið π-zza ella π-tabreyð í dag. Nevnast kann at Albert Einstein hevði havt føðingardag í dag. Nógv stuttlig ting eru at finna um π á google.com - eitt nú kanst tú finna nær just tín føðingardagur kemur fyri í kommatølunum í π, her.
Eisini skal upplýsast at π-sa kanningin verður komandi hósdag. Góðan π-dag.

Nú várroyndirnar eru, kann verða at einum vantar skriviforrit í telduni. Her kannst tú taka niður forrit ókeypis.

Tjóðpallur Føroya bjóðaði næmingum til leik úti í Spaniustovu. Á pallinum framførdu Ria Tórgarð og Edward Nyholm Debess føringasøgu - har tey tvinnaðu saman frásøgu og kvæði, skemt og álvara, sjónleik og tónleik. Næmingar vóru á einum máli um, at hetta var ein góður leikur og ein lærurík uppliving. Vit takka Tjóðpallinum fyri tílíkt átak. Myndir her

Her er eitt yvirlit yvir várroyndirnar hjá 7.,8. og 9. flokkumum. Les víðari fyri at taka niður yvirlitið.

1. mars broytir Google sín privatpolitikk. Les meiri um hvussu ein kann verja seg her

Í tvær vikur eru næmingar í starvslæru. Vit vóna at tey fáa tvær læruríkar vikur.

So endiliga kom síðan aftur at koyra. Orsøkin til brekið er at servarin, sum liggur uttanlands, krasjaði. Brekið hevur havt við sær, at okkurt tilfar, sum hevur verið á síðuni er horvið. Vit arbeiða við at leggja alt út aftur, sum skjótast. Frysta, sum verður gjørt er heimasetningarnir. Eitt nú er kalendarin, her til høgru, er ikki uppdateraður enn!

Soleiðis verður ítrótturin skúlaárið út

Skúlin byrjar aftur týsdagin 3. januar kl.8.00.

Næmingarí valskúlanum hava hesar síðstu dagarnar undan jólafrítíðini framført jólaleik. Tey hava sjálvi skriva leikin og eru tey komin sera væl frá uppgávuni. Hetta er ein sera góður og vælspældur leikur.

Fríggjadagin fara vit í kirkju til árligu jólaguðstænastuna. Skráin fyri fríggjadagin er:
allir flokkar møta kl.9.00
Næmingar møta í stovu síni, saman við flokslærara sínum.
Jólamenn koma á vitjan.
Farið verður í Felagshøllina, har jólamaður sigur frá søgu.
kl.10.30 verður farið yvir í kirkjuna.

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við einari nýggjari heimasíðu til skúlan. Vit hava lagt okkum eftir at gera síðuna einfalda og brúkaravinaliga. Framyvir er eisini ætlanin at brúka heimasíðuna meira í samskiftinum millum skúla og heim. Kunning frá skúlanum fer fyrst og fremst fram á hesum palli.
Sum nakað nýtt fara vit eisini at leggja heimasetningin hjá flokkunum út á heimasíðuna. Hetta er ikki virkið enn, men verður gjørt í næstum.

Í desember er morgunsangurin úti á gongini, tí at høllin verður nýtt til jólaleik hjá
10. flokki. Í morgun sungu 1.-2. flokkur.

