Tíðindabræv

Tekna teg til tíðindabræv okkara (Ætlað foreldrum/avvarðandi)




Reglur til skrivliga roynd

Thu, 01 Dec 2011 15:06:26 GMT av eydbii, 12470 ferðir sætt

 

 

  • Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
  • Friður skal vera inni í royndarhølinum

  • Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum

  • Tað er ikki loyvt at hava internetsamband

  • Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni

  • Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod, oyrasniglar og líknandi við til roynd

  • Næmingar skulu hava loyvi frá lærara, um teir skulu reisa seg upp, t. d. at fara á WC og prenta út

  • Næmingar kunnu hava egna teldu við

  • Open Office skal vera á telduni. Kann heintast ókeypis á internetinum

  • Høvd til stílskriving skal vera á telduni. Tað kann heintast á www.ffs.fo.

  • Næmingarnir skulu hava hvør sín geyma

  • Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir

  • Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Gøtu, Leirvík og av Kambsdali bíða í ávísari skúlastovu, til bussurin koyrir

  • Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta