Á hvørjum ári fara 4. og 6. flokkarnir til landsroynd. Hetta er í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Endamálið við landsroyndum er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Endamálið er eisini at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð til miðvíst at laga undirvísingina til tørv og fortreytir hjá einstaka næminginum.

Dømi um landsroyndir: http://www.snar.fo/landsroynd/