Tíðindabræv

Tekna teg til tíðindabræv okkara (Ætlað foreldrum/avvarðandi)




Mánadagin aftaná Norðoyastevnu

Sun, 03 Jun 2012 13:28:34 BST av eydbii, 746 ferðir sætt

Mánadagin 4. juni byrjar skúlagongdin kl.9.50. 

Leikdagurin hjá Valskúlanum

Thu, 31 May 2012 17:52:08 BST av eydbii, 14858 ferðir sætt

Í dag var síðsti skúladagurin hjá 10.fl. Næmingarnir høvdu prýtt skúlan við balónum og karamellir vóru til børnini. Dagurin endaði við einum dysti millum næmingar og lærarara. Veðrið var av tí best og dagurin eydnaðist sera væl. Nú eru bara munnligu próvtøkurnar eftir, og vilja vit takka og ynskja næmingunum alt tað best framyvir. Næmingarnir fáa prógv 26. juni. Myndir frá degnum eru í savninum her.

Størv á Ziskatrøð

Thu, 24 May 2012 17:16:14 BST av eydbii, 38961 ferðir sætt

Søkt verður eftir 7 lærararum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2012/2013. Sí her

Trygdarskeið

Wed, 23 May 2012 19:45:15 BST av eydbii, 50367 ferðir sætt

Í dag fingu næmingar í Valskúlanum prógv í trygdarskeið. Myndir eru í savninum, her.

Komandi fyrsti flokkur

Wed, 23 May 2012 17:36:01 BST av eydbii, 97 ferðir sætt

Í dag skipaði Skúlin á Ziskatrøð fyri serligari hugnaløtu fyri børn og foreldur sum komandi ár skulu byrjað í fyrstaflokki.
Les meira

Royndaryvirlit

Sat, 19 May 2012 09:52:47 BST av eydbii, 306 ferðir sætt

22. til 31. mai fara 7. og 8. flokkarnir til skrivliga round. Royndirnar vera í fimleikarahøllin. Lesið meira fyri at síggja yvirlit yvir royndirnar.

Les meira

Lesiátak

Mon, 14 May 2012 16:23:44 BST av eydbii, 80458 ferðir sætt

Vit fara øll at lesa. Í viku 21, tað er 21. til 25. mai verður lesiátak á skúlanum á Ziskatrøð. 

Átakið er fyri næmingar í 1.- 6. flokki.  Øll lesa samstundis. Lisið verður fyrsta tíma frá kl 8.00 til kl 8.45. 

Skúlavitjan á Argjum

Sat, 12 May 2012 19:53:01 BST av eydbii, 154 ferðir sætt

Hósdagin fóru allir lærara skúlans á vitjan í Skúlanum á Argjahamri. Vit fingu rundvísing og holla frágreiðing frá stjóra og varastjóra, sum vístu okkum skúlan. Henda vitjan er í kjalarvørrinum av at ein bygginevnd arbeiðir við nýggari skúlabygging á Ziskatrøð.

Les meira

Yvirlit

Fri, 11 May 2012 17:35:35 BST av eydbii, 175 ferðir sætt

Her er mitt yvirlit yvir skrivligu próvtøkuna hjá 9fl. og 10fl., sum byrjar mánamorgunin 14.mai.

Les meira

Skrivlig próvtøka

Wed, 09 May 2012 11:51:42 BST av eydbii, 96369 ferðir sætt

So nærkast endaligu próvtøkurnar hjá 9.fl og 10.fl. Í komandi viku er skrivlig próvtøka á skránni. Næmingar skulu skriva stílarnar við teldu, og tí mugu teir og teirra avvarðandi, vita um teirra teldur eru í nóg góðum standi. Vitið um teldan hevur tekst-forrit og um tað kann brúkast. Hesi eru loyvd at brúka til stílarnar: Word, OpenOffice og LibreOffice. Um tú ikki hevur eitt av hesum, kanst tú fáa tað her ókeypis.

Næmingarnir hava ábyrgd av at framsetingar-leisturin liggur á telduni, tá royndin byrjar. Hesin kann takast niður her.

Vónandi fáa øll tina góða próvtøku

 

Næstan ov seint

Tue, 01 May 2012 09:38:29 BST av eydbii, 112676 ferðir sætt

Tað Filmar, hava gjørt ein stuttfilm og videolag um dálking. 3/4 av Tað Filmar, ganga á Valskúlanum á Ziskatrøð. Filmurin er serliga aktuellur nú ruddingardagur verður. 

 

Ruddingardagur

Mon, 30 Apr 2012 11:15:57 BST av eydbii, 116447 ferðir sætt

Hósdagin 3. mai verður árligi ruddingardagurin á skránni. Næmingar í skúlanum fáa boð í vikuni um hvar ruddað verður.

Landsroynd!

Sun, 22 Apr 2012 00:34:10 BST av eydbii, 131596 ferðir sætt

Í komandi viku skulu 1329 næmingar í 4. og 6. flokkunum til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni. Landsroyndirnar í ár eru at kalla  eftir sama leisti sum í fjør.

4. flokkur skal til landsroynd mánadagin 23. og týsdagin 24. apríl. Og 6. flokkur 
skal hósdagin 26., fríggjadagin 27. og mánadagin 30. apríl. 

Meiri um landsroyndina kann lesast á skulabladid.fo

Vit ynskja øll um eina góða roynd!

Páksafrí

Fri, 30 Mar 2012 10:48:34 BST av eydbii, 156218 ferðir sætt

So er páskafrí. Skúlin byrjar aftur mikudagin 11. apríl kl. 8.00. Góða páskafrí!

Eitt veruligt ævintýr

Tue, 27 Mar 2012 11:39:09 BST av eydbii, 159002 ferðir sætt

Hesa seinastu tíðina hava næmingar framført ungdómssangleikin: Eitt veruligt ævintýr. Tað eru næmingar í 10. flokki í Fuglafirði og skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, sum hetta skúlaárið hava arbeiðtt við sangleikinum saman við Marjun Djurhuus og Bárði í Lakjuni. Leikurin er leysliga umsettur úr enskum, meðan Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar. Okkara framhaldsdeild var til seinastu sýningina og hava best ummælu at bera teimum. Myndir kunnu síggjast í savninum her.

Framsýning

Fri, 23 Mar 2012 12:11:28 GMT av eydbii, 161864 ferðir sætt

Framsýning av úrslitinum á LISTAVIKUNI verður í Valskúlanum sunnudagin 25.mars kl.15.00-20.00. Øll eru vælkomin

Melónin

Fri, 16 Mar 2012 15:38:44 GMT av eydbii, 169819 ferðir sætt

Á LISTAVIKUNI á Valskúlanum gjørdu næmingar í miðlum ein lýsingarfilm. Filmurin lýsir vandan við at næmingar sita í vindeyganum í stovunum. Framsýning av úrslitinum á LISTAVIKUNI verður komandi fríggjadag. 

Páskapríði við 1.a

Thu, 15 Mar 2012 14:33:40 GMT av eydbii, 168344 ferðir sætt

Hugaligt at síggja hvussu næmingar í 1. flokki hugnaðu sær við at klippa og líma páskapríði. Fleiri myndir eru í savninum her.

PISA-kanning

Thu, 15 Mar 2012 12:27:06 GMT av eydbii, 250 ferðir sætt

Komandi hósdag 22. mars fara 35 av okkara næmingum til PISA roynd. Les víðari um royndina og um amboð næmingurin skal hava við.

Les meira

Pi-dagur

Wed, 14 Mar 2012 09:26:13 GMT av eydbii, 170197 ferðir sætt

Dagurin í dag verður eisini kallaður pi-dagur. Hesin er hvørt ár mars 14. ( 3,14). Pi er ein matematiskur konstantur, eisini kallaður Arkimedesa konstantur, og verður skrivaður við griska bókstavinum π. Hvat er π? π = Ummál/Tvørmát í einum hvørjum sirkli. π er eitt irrationalt tal. Summi ganga høgt uppí π-dagin og halda hann. Passandi kundi verið at fingið π-zza ella π-tabreyð í dag. Nevnast kann at Albert Einstein hevði havt føðingardag í dag. Nógv stuttlig ting eru at finna um π á google.com - eitt nú kanst tú finna nær just tín føðingardagur kemur fyri í kommatølunum í π, her.

Eisini skal upplýsast at π-sa kanningin verður komandi hósdag. Góðan π-dag.

Skriviforrit heima

Thu, 08 Mar 2012 19:14:30 GMT av eydbii, 172537 ferðir sætt

Nú várroyndirnar eru, kann verða at einum vantar skriviforrit í telduni. Her kannst tú taka niður forrit ókeypis.

Føroyingasøga í leiki

Thu, 08 Mar 2012 18:33:08 GMT av eydbii, 172147 ferðir sætt

Tjóðpallur Føroya bjóðaði næmingum  til leik úti í Spaniustovu. Á pallinum framførdu Ria Tórgarð og Edward Nyholm Debess føringasøgu - har tey tvinnaðu saman frásøgu og kvæði, skemt og álvara, sjónleik og tónleik. Næmingar vóru á einum máli um, at hetta var ein góður leikur og ein lærurík uppliving. Vit takka Tjóðpallinum fyri tílíkt átak. Myndir her

Várroyndirnar

Thu, 01 Mar 2012 10:49:04 GMT av eydbii, 695 ferðir sætt

Her er eitt yvirlit yvir várroyndirnar hjá 7.,8. og 9. flokkumum. Les víðari fyri at taka niður yvirlitið.

Les meira

Google

Wed, 29 Feb 2012 14:36:53 GMT av eydbii, 173713 ferðir sætt

1. mars broytir Google sín privatpolitikk. Les meiri um hvussu ein kann verja seg her

9. fl. í starvslæru

Tue, 28 Feb 2012 18:03:34 GMT av eydbii, 174144 ferðir sætt

Í tvær vikur eru næmingar í starvslæru. Vit vóna at tey fáa tvær læruríkar vikur. 

Servara trupulleikar

Tue, 28 Feb 2012 13:14:12 GMT av eydbii, 175214 ferðir sætt

So endiliga kom síðan aftur at koyra. Orsøkin til brekið er at servarin, sum liggur uttanlands, krasjaði. Brekið hevur havt við sær, at okkurt tilfar, sum hevur verið á síðuni er horvið. Vit arbeiða við at leggja alt út aftur, sum skjótast. Frysta, sum verður gjørt er heimasetningarnir. Eitt nú er kalendarin, her til høgru, er ikki uppdateraður enn!

Ítróttur

Wed, 04 Jan 2012 14:36:23 GMT av eydbii, 22922 ferðir sætt

Soleiðis verður ítrótturin skúlaárið út

Les meira

Vit ynskja øllum eini

Sat, 17 Dec 2011 12:10:42 GMT av eydbii, 179391 ferðir sætt

Skúlin byrjar aftur týsdagin 3. januar kl.8.00.

Jólaleikur

Thu, 15 Dec 2011 18:50:44 GMT av eydbii, 181583 ferðir sætt

Næmingarí valskúlanum hava hesar síðstu dagarnar undan jólafrítíðini framført jólaleik. Tey hava sjálvi skriva leikin og eru tey komin sera væl frá uppgávuni. Hetta er ein sera góður og vælspældur leikur. 

Myndir frá leikinum her.

Seinasti skúladagur í 2011

Wed, 14 Dec 2011 22:55:39 GMT av eydbii, 182443 ferðir sætt

Fríggjadagin fara vit í kirkju til árligu jólaguðstænastuna. Skráin fyri fríggjadagin er:

allir flokkar møta kl.9.00

Næmingar møta í stovu síni, saman við flokslærara sínum.

Jólamenn koma á vitjan.

Farið verður í Felagshøllina, har jólamaður sigur frá søgu.

kl.10.30 verður farið yvir í kirkjuna.

Nýggj heimasíða

Tue, 13 Dec 2011 15:11:01 GMT av eydbii, 25215 ferðir sætt

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt við einari nýggjari heimasíðu til skúlan. Vit hava lagt okkum eftir at gera síðuna einfalda og brúkaravinaliga. Framyvir er eisini ætlanin at brúka heimasíðuna meira í samskiftinum millum skúla og heim. Kunning frá skúlanum fer fyrst og fremst fram á hesum palli.

Sum nakað nýtt fara vit eisini at leggja heimasetningin hjá flokkunum út á heimasíðuna. Hetta er ikki virkið enn, men verður gjørt í næstum.

 

Les meira

Jólamorgunsangur

Wed, 07 Dec 2011 10:59:50 GMT av eydbii, 183562 ferðir sætt

Í desember er morgunsangurin úti á gongini, tí at høllin verður nýtt til jólaleik hjá

10. flokki. Í morgun sungu 1.-2. flokkur.

UFO´11

Tue, 06 Dec 2011 14:28:45 GMT av eydbii, 182443 ferðir sætt